Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “SuSvim Open Apríl 2021”, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin hin 10. og sunnudagin hin 11. apríl 2021. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á swimrankings.net

Heiðursmerkjabýtið millum feløg
| Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
| HS | 15 | 17 | 5 |
| SuSvim | 13 | 6 | 8 |
| Ægir | 7 | 6 | 13 |
| FS | 1 | 3 | 5 |
| FLOT | – | 2 | 2 |
Frægastu úrslit
Frægasta úrslit á hesi stevnu, átti Elisabeth Erlendsdóttir úr HS, tá ið hon í 100 rygg svam seg til tíðina 1:05.60 sum gevur 691 FINA stig. Frægasta úrslit hjá monnum, átti Johan Nónskarð Dam úr HS við tíðini 4:14.04 og 650 FINA stig í 400 frí.









You must be logged in to post a comment.