SSF avgerð um ABMS og JM/FM

Góðu tit øll

Starvsnevnd SSF samtykti hóskvøldið 5. mars 2020, at Aldursbólkameistarstevnan (ABMS) framyvir verður fyri aldursbólkarnar 1 til 4, og at juniorarnir heldur fáa sína egnu Juniormeistarastevnu (JM) at avgreiða í innleiðandi riðlunum á Føroyameistarastevnunum (FM) á langgeil og stuttgeil.

Hetta er í prinsippinum at fara aftur til skipanina við MU (Meistarastevnuni fyri Ung) og JM/FM, sum var áðrenn vit í 2015 fluttu fyrst JM til at vera partur av MU, og síðani í 2018 bjóðaðu eisini seniorunum við til JM/MU, sum tá broytti navnið til Aldursbólkameistarastevnan (ABMS).

Aftaná at hava roynt hesa skipanin í tvey ár, er greiða ynskið frá svimjifeløgunum at venda aftur til eina har teir yngstu aldursbólkarnir hava sína egnu meistarastevnu, sum viðgjørt á ráðstevnu í Vági í mars 2019, sum innkomið mál til aðalfundin í juni 2019, og nú á kalendarafundinum í februar 2020.

Aðalfundurin samtykti í 2019 at starvsnevndin skuldi koma við uppskoti um nýggja skipan, og varð tað so á kalendarafundinum 2020 semja um at endurstovna JM sum part av innleiðandi riðlunum á FM – Tó so at starvsnevnd SSF skuldi viðgera um yngri juniorbólkurin (av tveimum) framyvir skuldu sleppa at luttaka eisini á ABMS.

Starvsnevndin viðgjørdi hetta hóskvøldið og heldur, at ruddiligasta loysn er, at JM verður fyri báðar juniorbólkarnar, meðan ABMS verður fyri bólkarnar yngri enn juniorar; eisini til at virða ynskið um, at tey yngru fáa sína egnu meistarastevnu, og til at minka um trýstið á annars sera stóra ABMS.

Hetta nýggja JM er fyri teir svimjarar, sum hava aldur til at hoyra til juniorbólkin, og kunnu hesi luttaka á JM óansæð kravtíð, meðan kravið til FM verður bronsunál í greinini óansæð aldur. Altso, øll kunnu luttaka á FM, um tey hava klárað bronsunál í viðkomandi grein, meðan JM er bara fyri juniorar.

Starvsnevndini samtykti í sama viðfangi, at vilja hava JM bæði á FM á langgeil og stuttgeil.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.