Ítróttasamband Føroya heitir á øll sambondini innan ítróttin, øll ítróttafeløg og øll ítróttafólk um at taka Corona-tilráðingarnar frá Heilsumálaráðnum og Landslæknanum í størsta álvara. Dystir og tiltøk skulu m.a. skipast við atliti at tættleikanum millum áskoðarar
– Føroyski ítróttaheimurin virðir Corona-tilráðingarnar frá Heilsumálaráðnum og Landslæknanum, og vit vilja vera við til at avmarka smittuvandan, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í Ítróttasambandi Føroya.
Hon heitir á øll sambondini innan ítróttin, ítróttafeløg og ítróttafólk kring landið um at taka tilráðingarnar frá myndugleikunum í allar størsta álvara. Tað merkir, at dystir og tiltøk skulu skipast undir ásettum kørmum, og at dystir og tiltøk verða skipað við størsta varsemi næstu vikurnar.
Heilsumálaráðið tekur í sínum tilmæli støði í, at í mesta lagi 500 fólk savnast á einum staði. ÍSF tekur undir við hesum markinum og mælir annars til, at í hvørjum einstøkum føri verður m.a. mett um tættleikan millum áskoðararnar, soleiðis at talið av áskoðarum verður sett í mun til kringumstøðurnar. Á henda hátt ber til at minka mest møguligt um fólkatættleikan á einum ávísum øki. Smittuvandin er størri innandura enn uttandura.
– Tað er sera týðandi, at føroyski ítróttaheimurin gongur undan. Ítróttafólk og áskoðarar hava tætt samband við hvønn annan, og við røttum framferðarhátti kunnu vit øll gera okkara fyri at avmarka Corona-smittuna, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.
– Her snýr tað seg um at sýna samfelagssinni og rættan hugburð. Vit hugsa okkum um og hjálpa hvørjum øðrum, staðfestir ÍSF-forsetin.
Um ivamál eru, ber til at seta seg í samband við ÍSF á telefon 218284 ella við telduposti til petur@isf.fo.
Vinaliga
Ítróttasamband Føroya
Kelda: isf.fo