Tillaging av nálatíðum SSF

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at vilja broyta nálatíðir SSF frá hin 1. januar 2020, so at tær nú verða sum lýstar í viðfestu skjølum.

Broytingin er stutt sagt

  • at talentnálin fer frá 280 FINA stigum niður á 250 FINA stig
  • at bronsunálin fer frá 315 FINA stigum niður á 300 FINA stig
  • at bronsunálin við stjørnu fer frá 430 FINA stigum niður á 415 FINA stig

Her nýta vit offisiellu FINA 2019 talvurnar, sum ganga niður til 300 FINA stig, og har vit síðani eftir besta førimuni hava roknað okkum til talentnálina á 250 FINA stig.

Orsøkin til at vit broyta skipanina so, er tí at gáttin hevur virkað ríkiliga høg, áðrenn serliga dreingir kláraðu fyrstu nálir. 

Vit hava tí samanborið við tilsvarandi skipanir í grannalondum okkara, og síggja at tann føroyska er rættiliga lík teirri donsku, bara við væl hægri krøvum til fyrstu nálir.

Sí https://www.svoem.org/_files/Dokumenter/2018/naal2017v2.pdf

Og tí hava vit valt at linka okkara nakað, so at tær eru umleið á sama støði sum tær donsku. Út í frá teirri hugsjón, at tað er eingin orsøk hjá okkum at bíða tað longri, við at geva hesum røsku ungu eitt herðaklapp.

Ein náttúrlig fylgja av hesum verður sannlíkt, at bronsunálin nú aftur verður krav til FM. Sum kunnugt royndu vit nevniliga at lækka kravið til FM á stuttgeil 2019, frá bronsunál á 315 til 300 FINA stig, og tyktist tað at eydnast væl.

Nýggju nálatíðirnar síggjast eisini her á hesi heimasíðu

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

This entry was posted in Felagsskapur. Bookmark the permalink.