Kravtíðir til Danish Open 2020

Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Danish Open 2020, sum verður í Taastrup í Danmark hin 28. mars til 1. apríl, og sum er týdningarmesta úttøkustevna hjá dønum til Olympisku Leikir í Tokyo.

Luttøkan í ár er fyribils endin á verkætlanini hjá SSF sum byrjaði í 2018, at byggja upp eitt lið runt um teir føroysku svimjarar sum nú í 2020 enn noyðast at royna eftir úttøku til OL eftir donskum treytum.

Umframt sjálvsagt at geva øllum teimum úttiknu svimjarunum hendan møguleikan afturat, at royna seg uttanlanda á rímiliga avgerandi og krevjandi stevnu.

Danska úttøkuskipanin til OL er stutt sagt, at ásettu kravtíðir skulu klárast á hesum Danish Open 2020, ella í øðrum lagi á Swim Open Stockholm hin 4. til 7. apríl. Eingi onnur úrslit telja, uttan so at tey møguliga geva undantaksloyvi.

Føroyska landsliðið endaði í 2018 við at fara heldur til Bergen Swim Festival, vegna hóttan um aðalverkfall í Danmark. Hendan stevna varð so væleydnað at vit valdu at gera tað sama aftur í 2019, sum var heppið tí at rok aftur var um Danish Open, vegna sopp í Bellahøj.

Bellahøj Svømmestadion er enn stongt, og verður Danish Open 2020 tí sum í 2019 í Taastrup Svømmehal, sum er ein minni høll og tí hildin at vera minni vælegnað, men tó vísti seg at geva rættiliga góðar tíðir til fleiri av teimum sum luttóku á Danish Open 2019.

Men stutta søgan er, at føroyskir svimjarar noyðast til hetta Danish Open, um teir vilja royna eftir kravtíð til Olympisku Leikir í Tokyo. Har hitt í Svøríki er bara um pláss er tøkt, og har okkara egnu stevnur ikki telja við, óansæð um FINA góðkennir tær.

Danska tilmeldingarfreistin til Danish Open 2020 er hin 4. mars, og hava vit tí ásett okkara evstamark at klára kravtíð til hin 1. mars, sum stevna er í Vági hin 29. februar og 1. mars. Kravtíðirnar skuldu annars gjarna verið tær somu sum hjá dønum sjálvum.

Vegna SSF er ikki so nógv meira at siga, enn at hetta er triðju ferð at vit royna eftir møguligari úttøku til OL, aftaná at góðu úrslitini hjá Páli Joensen gjørdu tað gjørligt at yvirhøvur tosa um møguliga luttøku hjá føroyskum svimjara á donskum OL-liði.

Hóast tað sjálvsagt er sera gott at yvirhøvur kunna droyma út úttøku til OL, so er loysnin í verandi løtu ikki serliga væleydnað og eiheldur serliga klæðilig, og tað er tí okkara vón at føroyskir svimjarar í framtíðini sleppa at royna eftir luttøku á eisini OL sum føroyingar.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

Úttøkuskipanin til Danish Open 2020:

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.