SSF viðgjørt spurningin um met í mix-stafett

Starvsnevnd SSF viðgjørdi á starvsnevndarfundi í gjárkvøldið spurningin um møguliga at góðkenna tíðina hjá Róki Trygvasyni sum føroyskt met, sum hann hin 1. desember 2019 svam á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni í Tórshavn, tá ið hann sum fyrsti svimjari í 8×50 frí fyri “mix” lið svam fyrstu 50 metrar frí uppá 23.05 sekund.

Starvsnevnd SSF metir seg tíverri noydda at avvísa hesa tíð sum føroyskt met, serliga við tilvísing til grein 10.10 í galdandi altjóða svimjireglum FINA, ið millum annað sigur at tíð svomin í “mix” liðsvimjing ikki kann brúkast sum met og/ella sum tilmeldingartíð.

SW 10.10 There shall be four swimmers on each relay team. Mixed relays may be swum. Mixed Relays must consist of two (2) Men and two (2) Women. Split times achieved in these events cannot be used for records and/or entry purposes.

https://www.fina.org/sites/default/files/2017_2021_swimming_16032018.pdf

Sí eisini grein 12.12, sum hóast hon er um heimsmet, eisini vísir á hvat FINA heldur um met í mix-stafett.

SW 12.12 The first swimmer in a relay, except in mixed relays, may apply for a World Record or a World Junior Record. Should the first swimmer in a relay team complete his distance in record time in accordance with the provisions of this subsection, his performance shall not be nullified by any subsequent disqualification of his relay team for violations occurring after his distance has been completed.

Føroyska metið í 50 frí verður tí enn standandi á 23.14 sekund, sum var tíðin ið sami Rókur Trygvason svam á Atlantic Open í Tórshavn hin 31. mars 2019.

Við svimjikvøðu

Starvsnevnd SSF

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.