Grein 1
Starvsnevndarlimir, sum ferðast uttanlands í ørindum fyri SSF, hava rætt til fult endurgjald fyri teir kostnaðir, sum standast av hesum virksemi. Somuleiðis hava landsliðsvenjarar, ferðaleiðarar og onnur hjálparfólk í landsliðsørindum rætt til fult endurgjald fyri teir kostnaðir, sum standast av hesum virksemi, í tann mun sum ikki annað er ásett í sáttmála við hesi.
Grein 2
Kostnaðir sum koma undir Grein 1 eru fyri ferðing, kost og gisting.
Grein 3
Starvsnevndin skal hava givið loyvi til tænastuferð uttanlands, áðrenn ferðin kann byrja.
Grein 4
Útreiðslur til ferðing við flogfari, skipi ella bussi o.t. verða endurgoldnar eftir rokning. Ferðing eigur at fara fram á bíligasta hátt.
Grein 5
Fyri innivist verða rímiligar útreiðslur goldnar ímóti rokning, eftir avtalu við forfólk SSF.
Um gist verður privat verður einki endurgjald latið.
Grein 6
Rindað verður 700 kr. í A-inntøku fyri hvønn ferðadag, íroknað bæði fráfaringar- og heimkomudag, til tey í grein 1 nevndu.
Grein 7
Í seinasta lagi eina viku eftir heimkomudagin skulu tey í grein 1 nevndu hava latið endaligu ferðauppgerð við øllum neyðugum skjølum til skrivstovuna hjá SSF.
Grein 8
Tá starvsnevndin hevur góðkent ferðauppgerðina verður endurgjaldið rindað.
Góðkend av aðalfundi hjá Svimjisamband Føroya 13. apríl 2024.