Ægir bjóðar til svimjistevnu í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin hin 1. juni, at royna eina nýggja Grand Prix stevnurøð har næsta stevna verður hjá SuSvim í Páls Høll hin 8. juni, og hin triðja og síðsta hjá HS í Svimjihøllini í Gundadali hin 15. juni. Hendan stevna kemur í staðin fyri ætlaðu SuSvim-stevnu í Vági nú 1. og 2. juni.
Talan er um heilt stuttar stevnur, har tey nú leygardagin møta til upphiting kl 12 fyri síðani at kappast frá kl 13, og tá bara skulu kappast í 50 frí, rygg, bringu og firvald. Í Vági verður kappast í somu greinum á 50 og 100 metra teinum, meðan tað í Tórshavn verða somu greinar sum nú í Klaksvík. Stevnurnar burdu ikki varað longri enn 2 tímar í part.
Stig verða givin fyri plaseringar, og síðani talt upp til at síggja hvør sum nær hægsta stigatal, og sum harvið verða Grand Prix vinnarar.
Um hendan royndin eydnast væl, so er væl hugsandi at hendan stevna verður ein fastur táttur í føroyska svimjikalendaranum, í sama ella møguliga tillagaðum líki.