Á skeiðunum, sum Svimjiskúli Føroya hevur havt, hava luttakararnir saknað at fingið tilfar í hondina. Hetta royna vit at bøta um við at seta hetta heftið saman.
Í hesari 1. útgávuni eru eru 58 svimjispøl og ein søga, og aftast eru uppskot til venjingar og spøl til tey fyrstu 5 Svimjiskúlamerkini.
Í heftinum eru fangispøl, sangspøl, bóltspøl og onnur spøl. Flestu spølini eru ætlað til vatntilvenjing, og nøkur eru ætlað vandum svimjarum. Felags fyri øll spølini er, at tey eru mennandi og stuttlig. Øll spølini kunnu verða spæld eftir uppskriftini, men tú kanst sjálvandi broyta tey, so at tey hóska til tín og tínar svimjarar.
Hetta heftið er ikki ein endalig útgáva, og vit taka fegin ímóti viðmerkingum og uppskotum til enn fleiri svimjispøl.
Vegna Svimjiskúla Føroya
Rúni Gaardbo og Pálin Olsen