Innbjóðing til fund um bjargingarnummur

Eysturkommuna hevur júst sent út soljóðandi skriv til kommunur o.o., undir heitinum “Innbjóðing til fund við Erik Beck, um samskipan av bjargingarnumrum“.

Til rætta viðkomandi

Í fjørsummar var ein druknivanlukka úti í Bug í Leirvík. Boðini sum komu inn til 1-1-2 ljóðaðu, at maður var druknaður í bátahylinum í Leirvík. Úti í Bug plagdi at vera bátahylur, men er tað ikki longur. Harafturímóti, so er nýggjur bátahylur longri norðri í Leirvík. Hetta førdi við sær, at longri gekk at finna vanlukkustaðið, tí leitað varð í nýggja bátahylinum.

Eysturkommuna er, í tøttum samstarvi við Svimjisamband Føroya Lívbjarging, farin at fáa greiðari mannagongdir hesum viðvíkjandi. Í Norðurlondum verða bjargingarnummur brúkt til at  staðseta støð. Tað merkir, at við hvønn bjargingarring stendur eitt skelti við einum bókstavi og trimum tølum. Hesin bókstavur og hesi tøl verða upplýst 1-1-2 ,sum síðani neyvt kann finna fram til vanlukkustaðið.

Í hesum sambandi hevur Eysturkommuna samskift við SSF Lívbjarging, sum fær royndan samskipara úr Danmark at koma til Føroyar, at greiða frá, hvussu hendan skipanin verður sett í verk og hvussu hon roynist.

Royndi samskiparin eitur Erik Beck. Erik Beck starvast í løtuni sum leiðari hjá TrygFonden og Dansk Svømmeunion, og hann er nevndarlimur í altjóða felagsskapum innan lívbjarging.

Eysturkommuna bjóðar hervið inn til fund um bjargingarnummur við havnarløg, varðagøtur o.l., hósdagin 18. oktober, kl. 15.00 í býráðshúsinum í Norðragøtu. Fundurin er áleið 1½ tíma.

Tit tekna luttakarar til fundin við at senda teldupost til undirritaða, innan 16. oktober, kl. 12.00.

Hava tit spurningar hesum viðvíkjandi, kunnu tit ringja til Sørin S. Djurhuus, tilbúgvingarleiðara, tlf.: 730112.

Fríði B. Nielsen
Vinnu- og mentanarsamskipari
Tel +298 73 00 00
Tel +298 73 00 28
www.eysturkommuna.fo

This entry was posted in Lívbjarging. Bookmark the permalink.