Nálatíðir

Nálatíðarskipan SSF

Nálatíðir SSF verða funnar sum tær ið geva fylgjandi AQUA-stig:

  • 250 AQUA-stig: Talentnál
  • 300 AQUA-stig: Bronsunál
  • 415 AQUA-stig: Bronsunál við stjørnu
  • 530 AQUA-stig: Silvurnál
  • 630 AQUA-stig: Silvurnál við stjørnu
  • 730 AQUA-stig: Gullnál
  • 790 AQUA-stig: Gullnál við stjørnu

Nýttar verða tær talvur sum eru galdandi á degnum tá ið nálatíðirnar verða tiknar í nýtslu.

https://www.worldaquatics.com/swimming/points

Nýggjar nálatíðir verða innførdar á sama hátt sum World Aquatics (AQUA) innførir nýggj AQUA-stig:

  • Langgeilatíðir (50m) hin 1. september í viðkomandi ári
  • Stuttgeilatíðir (25m) hin 1. januar í viðkomandi ári

Hetta merkir tó ikki neyðturviliga at nálatíðir SSF skifta á hvørjum ári, men heldur at Svimjinevnd SSF avger nær og um tær skulu skifta, og at tær tá skifta sum omanfyri lýst.

Samtykt av starvsnevnd SSF hin 16. august 2018, dagført hin 24. oktober 2019, og dagførd av starvsnevndini við kunning til aðalfund SSF hin 13. apríl 2024.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

formaður

Sí eisini Nalatidarskipan-SSF-1.pdf