Mona Simonsen og Jutta Thomsen umboðaðu okkum í kappingini 400 m frí hjá kvinnum. Tær komu í sama riðil og her gjørdu tær bart og tóku 1. og 2. plássið.
Mona vann við tíðini 4.34.47 og Jutta bleiv nummar 2 við tíðini 4.36.15. Hetta gevur teimum endaliga plasering sum ávikavist nr. 46 og 49 av 66 luttakarum.
Vit eru nú liðug við kappingarnar í dag. Vit hava havt ein góðan dag og føroysk svimjing hevur vunnið sær pláss á heimskortinum, við okkara luttøku her i Melbourne.
Okkara svimjara gera sær so avgjørt ikki fyri skommum her í HM.