Ja, so er bert eitt samdøgur til kappingin byrjar og okkara svimjara skulu royna seg fyri fyrstu fer i eini HM kapping. Hetta er sjálvandi ein sera stór avbjóðing, men vit hava góðar vónir um at fáa heiðurlig urslit.
Tiðin siðan vit komu higar er nýtt til at fáa kroppin tillagan tíðarmunin. Tað er ju 11 timar a muni, men komandi nátt flyta vit klokkuna eina tima aftur, samstundis sum klokkan i Føroyum verður flutt ein tima fram. Hetta merkir at tiðarmunurin styttis til 9 timar.
Vit búgva val og hava góðar umstøður við eting og transporti. Tó er onkur túrur i bussinum i longra lagi. Veðrið hevur verið gott síðan vit komu fram. Temp. liggur um 25 gradir um dagin. Onkran dag er yvirskýggja, men sólin er eisini frammi inn i millum.
Her er leygarmorgun nú og svimjaranir hava vant i kappingarhylinum. Tað serliga startir tey venja nu. Hetta er jú sera stórt og annarleiðis enn tey eru von við heima so umráðandi er at royna alt so gott sum nu einferð ber til. Tey er val fyri og i góðum hýri so vit hava góðar vónir nu kappingarnar fara i gongd um eitt samdøgur.