Umboð fyri Svimjisamband Føroya møttust nú hóskvøldið hin 1. desember 2016 við umboð fyri Dansk Svømmeunion, í sambandi við at vit ynskja at formliga yvirtaka ta lívbjargingarskipan sum vit saman við Dansk Svømmeunion hava bygt upp her í Føroyum síðani 2009.
(Myndatekstur: Michael Iwersen, útbúgvingarleiðari hjá strandalívbjargingini hjá Dansk Svømmeunion, Sørin S. Djurhuus, leiðari fyri lívbjargingarátakinum hjá Svimjisambandi Føroya , Kristine Schou, menningarráðgevi hjá dansk Svømmeunion við ábyrgd fyri serliga hallarlívbjarging, og Rókur i Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi Føroya)
Í 2009 fingu okkara fyrstu lívbjargingardómarar prógv, á skeiði við instruktør-instruktøri frá Dansk Svømmeunion sum próvdómara. Í 2014 tók Sørin S. Djurhuus prógv sum instruktør-instruktør, og í 2015 sum undirvísari í lívbjargandi fyrstuhjálp og nýtslu av hjartastartara, so at vit nú sjálvi kunnu bjóða alla neyðuga útbúgving av lívbjargingardómarum og instruktør-instruktørum, tó enn við prógvum útskrivað av Dansk Svømmeunion.
Tankin hevur tí spírað, at formliga yvirtaka hesa lívbjargingarskipan, so at prógvini framyvir verða útskrivað av Svimjisambandi Føroya, og so at vit sjálvi kunnu avgera at gera ávísar stillingar í skipanini, um vit halda hetta vera neyðugt.
Hetta skal ikki skiljast sum at samstarvið við Dansk Svømmeunion er slitnað, men heldur sum at vit framyvir fara at samráðast sum sjálvstøðir partar á lívbjargingarøkinum, tá ið nýggj átøk skulu gerast. Danir hava verið einastandandi beinasamir hesi góðu 7 ár sum tað tók okkum at koma higar, og er tað tí eisini upplagt at vit fyrst fara til teirra eftir hjálp, tá og um vit til dømis hætta okkum undir at viðka okkara lívbjargingarskipan, til eisini at umfata svimjing aðrastaðni enn í svimjihallum.
Vit takka dønum fyri gott samstarv, og síggjast skjótt aftur !
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu