Uppskot fyri Løgtingið at marka 1.2 mió av játtanini til ÍSF til altjóða virksemi

VP veit nú at siga, at Annika Olsen og Jákup Mikkelsen í dag leggja fram uppskot til samtyktar um at marka játtan á 1,2 mió til altjóða luttøku av samlaðu játtanini til Ítróttasamband Føroya.

isf

Í 2015 varð játtanini til ÍSF hækkað við hesum 1.2 mió, til at raðfesta og stimbra altjóða luttøku. Men nú í 2016 er ásetingin um altjóða virksemi av eini og hvørjari orsøk strikað, við tí úrsliti at ÍSF yvirfyri sersambondunum hevur fráboðað, at Løgtingið hevur strikað sokallaðu altjóða puljuna.

Í tíðindunum verður eisini nevnt, at Svimjisamband Føroya má skerja sín hóp til EM í London, og er tað eisini so. Undirritaði hevur vegna SSF meldað út til føroysku svimjifeløgini, at tað væl kann koma hartil, umframt at vit yvirfyri feløgunum og ÍSF hava sett spurnartekin við okkara luttøku á Oyggjaleikum í 2017.

Trupulleikin er partvíst minkandi stuðul frá ÍSF, og partvíst at luttøkan fyri hvønn luttakara nú á EM í London verður væl dýrari enn væntað. Vit hava í fleiri vikur roynt at finna loysnir, men eru komin til tað ógvuliga lágpraktiska, at bíleggingin av kømrum í London skal fastlæsast hósdagin.

Svimjisamband Føroya tekur tí fult undir við uppskotinum hjá Anniku Olsen og Jákupi Mikkelsen, og vónar annars at hetta ikki endar sum eitt partapolitiskt mál.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

This entry was posted in Felagsskapur. Bookmark the permalink.