Svimjinevnd SSF hevði herfyri sín fyrsta regluliga fund, har tað á skránni var m.a. væntandi nálatíðir til svimjing á langgeil, og fyrireiking av fyrstu FøroyaMeistarastevnu á langgeil. Umboð fyri starvsnevndina luttóku eisini á hesum fundi.
Svimjinevndin avgjørdi her, at nálatíðir til langgeil (50m) skulu gerast eftir sama leisti sum núverandi nálatíðir til stuttgeil (25m), tað vil siga við at sláa upp somu stig í FINA talvunum sum tá vóru galdandi, og at hesar skulu vera galdandi frá 1. januar 2016. Hetta er nú eftirfylgjandi gjørt, sí viðfestu talvu.
Nýggjar nálatíðir verða gjørdar eftir FM á stuttgeil 2016.
Svimjinevndin avgjørdi hartil, at kravtíðir til FM á langgeil eru bronsunál. Av tí at ikki øll enn hava havt møguleika at klára bronsunál á langgeil, verður tað í eini skiftistíð loyvt at bronsunálin er frá svimjikapping á stuttgeil.
Starvsnevnd SSF tekur undir við hesum avgerðum, og er tað tí hervið samtykt.
Vegna SSF
Rókur