Sára Ryggshamar Nysted helt áfram at vinna gull og seta føroysk met, tá ið næsti stevnupartur á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung varð avgreiddur í Jönköping. Vár var heilt nær einum heiðursmerki eisini, og øll fýra hava nú sett persónlig met á hesi stevnu.
Rókur Trygvason úr Reysti var fyrstu at royna seg nú seinnapartin, í 50 metra bringusvimjing. Hann svam teinin uppá 33.28 sekund, har besta tíð hjá honum áðrenn hetta var 34.48 frá Reykjavík International í januar mánaða.
Síðani var tað 400 metra blandað fyri gentur, har Sára Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag umboðaði Føroyar. Og tað gjørdi hon væl, við at vinna gull við stórum føroyskum meti og juniormeti, 5:08.00 frammanfyri donsku Miu Steen Duus sum vann silvur við 5:09.54, og Lauru Findahl Andersen sum vann bronsu við 5:09.76.
Sára átti sjálv føroyska metið og juniormetið á 5:13.91, frá Danish Open í mars mánaða. Ein betri av føroyska metinum á 5.91 sekund, hóast Sára royndi at spara seg til 200 frí eina løtu seinni.
Tvær kappingar seinni royndu Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag og Vár E. Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag seg so í 200 metra frísvimjing. Vár var í næstseinasta riðli, og vann rættiliga yvirbevísandi sín riðil við 2:10.19 frammanfyri Silju Nielsdóttir Hansen á 2:14.77. Men í síðsta riðli svumu tríggjar skjótari enn hetta, og Vár endaði sostatt tíverri beint uttanfyri heiðursmerkini.
Ein av hesum trimum var tíbetur fyri Føroyar Sára Ryggshamar Nysted, sum svam skjótast av øllum, 2:07.54 ið er enn eitt flott nýtt føroyskt met og juniormet til hennara. Cecilia Wigant Eysturdal átti føroyska metið á 2:08.02, frá Reykjavík International í januar mánaða, og Victoria Wigant Eysturdal átti juniormetið á 2:09.63, frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í 2012.
Besta tíð hjá Sáru áðrenn hetta var 2:11.47 frá Danish Open í mars mánaða, og besta tíð hjá Vár 2:14.63 frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í fjør.
At enda royndu teir báðir Birni Sigvardsen úr Havnar Svimjifelag og Rókur Trygvason seg eisini í 200 metra frísvimjing, og settu teir báðir persónlig met, Birni við 2:09.53 har besta tíð hjá honum áðrenn hetta var 2:10.50 frá NMU í fjør, og Rókur við at royna hesa grein fyri fyrstu ferð nakrantíð á langgeil.
Heiðursmerki og met á NMU 2015 til nú:
- Sára Ryggshamar Nysted (SuSvim) 9:23.65 og gull í 800 frí (føroyskt juniormet)
- Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (HS) 9:25.45 og silvur í 800 frí
- Sára Ryggshamar Nysted (Susvim) 59.37 og silvur í 100 frí (føroyskt met og juniormet)
- Sára Ryggshamar Nysted (SuSvim) 5:08.00 og gull í 400 blandað (føroyskt met og juniormet)
- Sára Ryggshamar Nysted (SuSvim) 2:07.54 og gull í 200 frí (føroyskt met og juniormet)
Tilsamans 3 gull og 2 silvur, umframt 3 føroysk met og 4 føroysk juniormet
Úrslitalistarnir frá NMU 2015 kunnu síggjast á http://livetiming.se/results.php?cid=2336