Gull, silvur og met á NMU 2015

Føroysku svimjararnir fingu eina avgera góða byrjan, tá ið Norðurlendska Meistarastevnan í svimjing 2015 fór av bakkastokki í morgun, í Rosenlundsbadet í Jönköping. Sára Nysted vann gull og silvur og setti met, Vár Eidesgaard vann eisini silvur, og hinir báðir luttakarnir settu persónlig met.

20150711DSC04321-2

Vár, Sára og Silja heiðursmerki í 800 frí á NMU 2015. Jón Bjarnason eigur myndina.

Tað var serliga á longsta teininum hjá gentum, sum er 800 metra frísvimjing, at Føroyar gjørdu vart við seg. Hetta tá ið Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag vunnu ávikavíst gull og silvur, Sára við 9:23.65 og nýggjum føroyskum meti, og Vár við 9:25.45 beint frammanfyri Silju Nielsdóttir Hansen sum vann bronsu við 9:25.50. Silja er ættað úr Føroyum, men luttekur fyri Danmark.

Tvær kappingar seinni vann Sára so aftur heiðursmerki, tá ið hon í 100 metra frísvimjing setti nýtt føroyskt met og juniormet, við tíðini 59.37 har Shaila millum Garðarnar átti føroyska metið á 59.63 frá Heimsmeistarastevnuni í Rom í 2009, og Sára sjálv føroyska juniormetið á 59.67 frá Danish Open í mars mánaða. Hetta rakk til eitt silvurheiðursmerki ájavnt við donsku Elisabeth Sabroe Ebbesen, har eisini danska Amalie Søby Mortensen vann gull við 59.03.

Birni Sigvardsen úr Havnar Svimjifelag setti persónligt met, tá ið hann í hann í 100 metra frísvimjing svam teinin uppá 58.61 sekund. Hansara besta tíð til nú var 1:00.39 í hesi grein, frá Reykjavík International í 2014.

Og leirvíkingurin Rókur Trygvason setti eisini persónligt met, tá ið hann í 200 metra bringusvimjing svam seg til eitt fimtapláss, við tíðini 2:35.72 har besta tíð hjá honum til nú var 2:43.80 frá Reykjavík International í januar mánaða, og er hann nú eisini fimtskjótasti føroyingur á teininum nakrantíð. Rókur hevur til nú umboðað Reysta í venjing og kapping, men skiftir í summar til Ægir.

NMU 2015 skrá, úrslit og stroyming sæst á http://livetiming.se/index.php?cid=2336

Kappast verður aftur nú seinnapartin frá kl 16 svenska tíð, sum er kl 15 í Førlyum, og so aftur í morgin frá 9 svenska tíð.

Norðurlendska Meistarastevnan er skipað á tann hátt at kappingarnar verða avgreiddar beinanvegin við éinari luttøku hjá hvørjum svimjara, heldur enn við innleiðandi riðlum og finalu.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.