Eingin svimjing uttan lívbjargara

Nú tvær vandastøður hava verið við ungum svimjarum í føroyskum svimjihallum, halda vit í Svimjisambandi Føroya tað vera hóskandi, at vit vísa á tey tilboð sum vit hava bygt upp og bjóða í sambandi við trygd í svimjihallum.

Svimjisambandið kann bjóða øllum kommunum, svimjihallum og skúlum hesi tilboð:

  • tilbúgving av svimjihallum
  • undirvísing og próvtøka av lívbjargarum
  • undirvísing og próvtøka av lívbjargingardómarum
  • undirvísing í lívbjargandi fyrstuhjálp og nýtslu av hjartastartara

Tilboðini eru at kalla ókeypis, og einans avmarkaði av teirri tíð sum okkara dómarar og undirvísarar kunnu seta av, til at gera hetta fyri einki við síðuna av sínum dagliga yrki.

Út yvir hetta er SSF er av teirri áskoðan, at fyrsta og mest týðandi stig til at minka um vandan fyri druknivanlukkur, er at øll kunnu svimja. Við støði í norðurlendsku allýsingini, ið sigur at svimjari er tann ið kann svimja 200 metrar uttan at steðga.

Lívbjargarar í Gundadali. Jórun Eið eigur myndina

Lívbjargarar í Gundadali. Jórun Eið Johannesen eigur myndina

Frágreiðing

Svimjisambandið tók fyri árum síðani ta prinsippavgerð, at eingin venjing eigur at fara fram í føroysku svimjifeløgunum, uttan at lívbjargari er á kantinum. Við tí víðkaða endamáli, at hvør føroyingur er svimjari, og at hvør føroyingur er lívbjargari.

Eitt átak varð sett í verk til at fáa útbúgvið okkara egnu lívbjargingardómarar, og at tryggja at allir svimjivenjarar høvdu galdandi lívbjargingarprógv. Hetta við hjálp frá Dansk Svømmeunion, sum hevði fólk til at vit kundu byggja upp okkara egnu skipan.

Fyrstu 13 lívbjargingardómarar. Jon Hestoy eigur myndina

Fyrstu 13 lívbjargingardómarar. Jon Hestoy eigur myndina

Okkara fyrstu 13 lívbjargingardómarar tóku prógv í oktober 2009, so at teir kundu geva tvey lívbjargingarprógv: “Lívbjargingarroyndina” til svimjarar yvir 17 ár, sum gevur rætt til at arbeiða sum lívbjargari, og “Lítlu lívbjargingarroyndina” til svimjarar undir 17 ár.

Lívbjargingardómararnir fóru miðvíst til verka, at útbúgva so nógvar føroyingar sum gjørligt til lívbjargarar. Og Svimjisambandið sendi út skriv til øll svimjifeløg, at fáa síni formligu viðurskifti í rættlag áðrenn komandi kappingarár.

Hetta var at binda um heilan fingur, tí vit ikki kenna til nakran druknivanda í føroyskum svimjifeløgum, nógv ár aftur i tíðina. Og hetta var eisini nógv at krevja av feløgunum, við tað at allir venjarar nú skulu taka lívbjargingarprógv, og øll venjing hava lívbjargarar sum eru minst 17 og helst 18 ár.

Men átakið varð væl móttikið av feløgunum, og hava 52 føroyingar í verandi løtu galdandi lívbjargingarprógv frá Svimjisambandi Føroya, av slagnum sum gevur rætt til at arbeiða sum lívbjargari. Hetta eru prógv sum ganga út á hvørjum ári.

Hartil hava 10 galdandi prógv sum lívbjargingardómarar, ið skulu endurnýggjast 5. hvørt ár, og ein prógv sum instruktør-instruktør, ið gevur rætt at geva lívbjargingardómarum prógv.

Nýggir lívbjargingardómarar. Sørin S. Djurhuus eigur myndina

Nýggir lívbjargingardómarar. Sørin S. Djurhuus eigur myndina

Nýggjasta átak hjá okkum í lívbjargingarhøpi, er at instruktør-instruktørur okkara Sørin S. Djurhuus í farna mánaða tók prógv eisini sum undirvísari í lívbjargandi fyrstuhjálp og nýtslu av hjartastartara.

Svimjisamband Føroya kann sostatt nú bjóða ein pakka av trygdartiltøkum, sum eftir okkara tykki dekkar tørvin í føroyskum svimjihallum, frá tí at minimera um vandan fyri at druknivanlukkan kann henda, til so vítt gjørligt at tryggja skjóta hjálp, um vanlukkan allíkavæl skuldi komið fyri.

Tilboðini eru sum nevnt

  • tilbúgving av svimjihallum
  • undirvísing og próvtøka av lívbjargarum
  • undirvísing og próvtøka av lívbjargingardómarum
  • undirvísing í lívbjargandi fyrstuhjálp og nýtslu av hjartastartara

Tilboðini hava til nú verið ókeypis, og einans avmarkaði av teirri tíð sum okkara dómarar og undirvísarar kunnu seta av, til at gera hetta við síðuna av sínum dagliga yrki.

Vegna vaksandi virksemi kann tað tó koma upp á tal at biðja um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, serliga um tørvur er á skeiðum í arbeiðstíð.

Lívbjargarar í Fuglafirði. Jórun Eið eigur myndina

Lívbjargarar í Fuglafirði. Jórun Eið Johannesen eigur myndina

Út yvir at vilja tryggja umstøðurnar runt hylin, er Svimjisambandið er av teirri áskoðan, at fyrsta og mest týðandi stig til at minka um vandan fyri druknivanlukkur, er at øll kunnu svimja. Við støði í norðurlendsku allýsingini, ið sigur at svimjari er tann ið kann svimja 200 metrar uttan at steðga.

Støðan er ikki góð hesum viðvíkjandi, um vit sammeta okkum við okkara nærmastu grannar í Íslandi. Svimjisambandið gjørdi í 2012 eina spurnarkanning umfatandi øll børn í fimta flokki, ið staðfesti at minni enn helvtin av føroyskum børnum hildu seg kunna svimja 200 metrar. Við stórari spjaðing alt eftir hvar tey gingu í skúla, og um tey høvdu svimjihyl.

Svimjiførleiki er ein sjálvfylgja í føroyskum svimjifeløgum, og eftir okkara tykki fremsta orsøk til, at vit innan okkara karmar eru sloppin so snikkaleys undan druknivanlukkum, hóast at vit eru so nógv í svimjihallum. Vit kunnu ikki garantera at ein druknivanlukka ikki fer at henda, men vit gera tað vit kunnu til at minka um vandan.

Lívbjargarar í Vági. Sørin S. Djurhuus eigur myndina

Lívbjargarar í Vági. Sørin S. Djurhuus eigur myndina

Svimjisambandið er hartil av teirri áskoðan, at einhvør sum hevur ábyrgd av svimjarum, eigur at vera lívbjargari. Tað er enn betur um svimjihøllin eisini bjóðar fram sínar egnu, kvalifiseraðu lívbjargarar; men sum útgangspunkt er tað fólkið ið hevur beinleiðis ábyrgd fyri svimjarunum í hylinum, ið eigur at hava galdandi lívbjargingarprógv.

Sum heild er tørvurin stórur, bæði á okkara lívbjargingarskeiðum, og á okkara skeiðum innan svimjifrálæru. Málbólkurin hevur til nú verið serliga okkara egnu svimjifeløg; men hartil loysa vit fleiri og fleiri uppgávur fyri kommunur, skúlar og svimjihallir.

Niðurløga

Tað er okkara vón at vit eina dag røkka endamálinum, at allir føroyingar eru svimjarar og allir føroyingar lívbjargarar. Og tað er okkara fatan at ein nullhugsjón kann røkkast, um vit áhaldandi hugsa um trygdina eisini, tá ið vit eru á støðum har møguleiki er fyri at drukna.

Lívbjargarar á Toftum. Rúni Gaardbo tók myndina

Lívbjargarar á Toftum. Rúni Gaardbo tók myndina

Um tit sum lesa hetta hava spurningar ella ynskir til svimjitrygd og lívbjargni, so eru tit meira enn vælkomin at seta tykkum í samband við okkum í Svimjisambandi Føroya. Vit kunnu ikki lova at røkka øllum beinanvegin, men vit gera tað vit kunnu.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

www.ssf.fo

 

This entry was posted in Lívbjarging. Bookmark the permalink.