Pál Joensen vann sum kunnugt tvey silvurheiðursmerki á EvropaMeistarastevnu í Berlin herfyri, og vilja vit tí at heiðra honum við móttøkum í Havn og í Vági.
Fyrst verður móttøka á Baresso í SMS, mikudagin 3. september klokkan 11:00. SMS bjóðar kaffi og okkurt gott afturvið, og Svimjisamband Føroya skipar fyri sjálvari móttøkuni.
Síðan verður farið við Smyrli klokkan 13:00 til Suðuroyar, har Vágs Kommuna skipar fyri móttøku í VB-húsinum klokkan 16:30.
Eisini verður vitjað í nýggja langhylinum, sum er í gerð í Oyrunum í Vági.
Pál fer av landinum aftur hósdagin 4. september at venja fram ímóti HM á stuttgeil í Dubai í desember, og HM á langgeil í Kazan í august 2015.
Í samband við festivalin á Amager 5. september skipar MíttLand fyri, at Pál verður heiðraður.
Allir føroyingar og føroyavinir eru hjartaliga vælkomnir at koma og heiðra Páli, í tann mun sum tað ber til at møta á hesum støðum.
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu
Næstformaður