Pál Joensen svam seg í morgun trygt í HM-finalu í 800 metra frísvimjing, tá ið hann í Palau Sant Jordi høllini í Barcelona svam teinin uppá 7:50.81. Tað var næstbesta tíð í triðseinasta riðli, og rakk til eitt samanlagt sættapláss á startlistanum til finaluna.
Úrslitalistin sæst her: http://omegatiming.com/File/Download?id=00010D020100000400FFFFFFFFFFFF02
Finalan er í annaðkvøld 31. juli 2013. Finalurnar eru frá klokkan 17:00 til 19:10 føroyska tíð, har 800 frí er síðsta kapping. HM í svimjing kann síggjast millum annað á Eurosport, SVT2 og NRK2.
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu
Tlf (0034) 665 096 360