Leygardagin, tann 25. mai kl. 13.00, verður árligi aðalfundin hjá Svimjisamband Føroya hildin í ÍSF-húsinum.
Svimjisambandið bjóðar eitt bita til fundarluttakararnir.
Skrá samb. lógunum – sí https://ssf.fo/felagsskapur/reglugerd/log-fyri-svimjisamband-f%C3%B8roya/ grein 7.
Nevndarlimir, ið standa fyri vali eru:
Rókur í Jákupsstovu, næstformaður
Jórun Eið Johannesen, skrivari
Rókur í Jákupsstovu tekur við afturvali
Jórun Eið Johannesen tekur ikki við afturvali og fyri hann skjýtur starvsnevndin upp at velja Anni á Hædd
Eitt mál eru komin inn.
Tað er eitt uppskot er til lógarbroyting, tað er til grein 7 um aðalfundin:
7. Aðalfundurin
Hægsti myndugleiki í SSF er aðalfundurin, sum verður hildin í mai mánað. Aðalfundurin skal lýsast í bløðunum og á heimasíðu SSF ein mánað frammanundan.
Broytast til:
Hægsti myndugleiki í SSF er aðalfundurin, sum verður hildin í september mánað. Aðalfundurin skal lýsast í bløðunum og á heimasíðu SSF ein mánað frammanundan.
Møtið fjølment, bæði úr feløgunum og nevndunum.