Hesir næstu fimm dagarnir verða rættiliga spennandi fyri føroyska svimjing, nú landslið okkara fara at royna seg á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Antwerpen og Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í Keypmannahavn. Magnus Jákupsson liggur rættiliga væl fyri til at koma í finalur á EJM, og í Bellahøj verða tey styrkismett at vinna heiðursmerki.
Føroyska liðið á EJM í Antwerpen eru tey fýra Cecilia W. Eysturdal og Heðin L. Olsen úr Ægir, Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag og Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjfelag, umframt venjarin Petur Heðin á Fløtti og ferðaleiðari Hanna í Horni. EJM er fyri dreingir 17-18 ár og gentur 15-16 ár, støðið har altíð sera høgt, og málið tí fyrst og fremst at fáa so góðar tíðir sum gjørligt, okkurt juniormet og kanska eisini føroysk met. Tey koma at kappast frá í mikudegi 4. til sunnudag 8. juli, sí www.europeanjuniors2012.be
NMU í Keypmannahavn er fyri teir báðar árgangirnar yngri enn juniorar, tað vil siga gentur 13-14 ár og dreingir 15-16 ár. Her eru útlitini enn bjartari, at fleiri av okkara svimjarum liggja til at vinna bæði gull, silvur og bronsuheiðursmerki, kanska enntá í liðsvimjing. Liðið í Bellahøj eru Lív E. Eidesgaard, Sólrun Kjærbo, Kristina Elin Thomsen og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, Victoria Wigant Eysturdal og Alvi Hjelm úr Ægir, og Markus Joensen og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag. Venjarar eru Rúni Gaardbo og Morensa Thomsen, og ferðaleiðarar Palli Eysturberg og Elin Matras. Tey kappast vikuskiftið 7. til 8. juli, sí www.svoem.dk
Sum nakað nýtt hava bæði liðini stovnað sær Facebook-síður, har til ber at síggja myndir og fylgja við tíðindum beinleiðis úr Keypmannahavn og Antwerpen. Leitið eftir “EJM Antwerpen 2012” og “NMU 2012”, so skuldi tað verið til at finna. Øll viðkomandi leinki verða hartil savnað á www.svimjing.com/live, til at tað skal vera so lætt sum gjørligt at fylgja við føroyingum.
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu