Skriva tann: 07.11.2006
Fyrsta vikuskifti í jólamánaðinum verður
NorðurlandaUnglingaMeistarakappingin – NJM-2006 – í Finnlandi.
Býurin, har kappingin verður hildin eitur “Tampere” og liggur uml. 160 km norðanfyri Helsinki.
Farið verður úr Føroyum til Keypmannahavnar hósdagin 30. nov. og 1. des. víðari til Tampere.
Kappingin byrjar leygarmorgunin og endar sunnudagin seinnapartin.
Ferðalagið kemur aftur til Keypmannahavnar sunnukvøldið (uml. kl. 21.00) og mánadagin verður flogið heimaftur til Føroyar.
8 svimjarar fara at umboða Føroyar og teir eru úr:
HS: Bjørg Seloy
TS: Mona Simonsen, Malan Bærentsen og Dánjal Martin Hoffgaard
VS: Pál Joensen
FS: Kári J. á Høvdanum, Jákup Øssursson og Elspa Mørkøre
Á myndini væntar Malan Bærentsen.
Um farið verður t.d. inn á heimasíðuna hjá Íslendska Svimjisambandinum adr. sundsamband.is og klikkir inn á “Tenglar” o.s.fr. er meiri at síggja s.t. luttakarlisti/seedinglisti o.a.
Ferðaleiðari er Helgi á Fløtti og hevur fartelefon 214160
Hotellið í Tampere er at finna her sum vit koma at búgva.
Hotel Cumulus Hämeenpuisto, Tampere
http://www.cumulus.fi/hotelli.cfm?id=cumuhp