Grein 1
Kappingar
Allar svimjistevnur, ið verða fyriskipaðar í Føroyum, eru undir eftirliti av Svimjisambandi Føroya. Reglurnar hjá World Aquatics eru galdandi.
Stk. 2. Tó kunnu feløg fyriskipa og halda stevnur, sum ikki eru fevndar av stk. 1. Tá skal hetta upplýsast í innbjóðingini. Slíkar stevnur eru ikki undir eftirliti av SSF og verða eitt nú met tí ikki viðurkend.
Grein 2
Góðkenning av stevnuni
Svimjinevndin skal:
a) góðkenna allar stevnur og kappingargreinar, áðrenn innbjóðingin verður send út
b) útnevna yvirdómaran, um stevnan er í einum 25 metra ella 50 metra hyli
Hjálpardómarar annars skulu vera frá minst 2 feløgum.
Er stevnan ikki góðkend av SSF, kunnu svimjarar ikki seta met á hesi stevnu, eins og tíðirnar ikki kunnu nýtast sum tilmeldingartíðir til aðrar svimjistevnur.
Grein 3
Innbjóðing
Innbjóðing við fullfíggjaðari skrá skal verða send út í seinasta lagi 2 vikur áðrenn fyrsta stevnudag. Umframt felagið, ið bjóðar til stevnu, skal í minsta lagi eitt annað felag luttaka. Hetta er tó ikki galdandi fyri kappingar fevndar av grein 1, stk. 2.
Grein 4
Hylurin
Longdin á hylinum skal verða almannakunngjørd saman við innbjóðingini. Vatnið skal í minsta lagi vera 24°C.
Grein 5
Kappingarnar
a) Felagið, ið bjóðar til stevnu, avgerð, hvørjar kappingar verða svomnar og leggur kappingarskránna. Um stevnan er bólkabýtt, skal bólkabýti verða sambært reglugerðini um bólkabýtið.
b) Felagið, ið bjóðar til stevnu, hevur rætt at avmarka luttøkuna eitt nú við kravtíðum, aldursmarki og at avmarka talið av riðlum til ymisku kappingarnar.
c) Loyvt er 1 svimjara at flyta ein bólk upp at svimja í liðkapping. Ongin svimjari, heldur ikki tann, ið flytir ein bólk upp, kann svimja við fleiri liðum á somu stevnu.
d) Kapping kann ikki byrja aftaná kl. 22.00.
Grein 6
Tilmelding
a) Felagið, ið bjóðar til stevnu, avger, hvussu skrivliga tilmeldingin fer fram. Tilmeldingin skal vera felagnum í hendi í seinasta lagi 4 dagar áðrenn fyrsta stevnudag og startlistin skal verða øllum luttakandi feløgum í hendi, í seinasta lagið 48 tímar innan svimjistevnan byrjar.
Í tilmeldingini skal standa: Navn, árgangur, felag, svimjigrein, kappingarnummar og besta tíð, ið skal vera svomin innan fyri 12 mánaðir frá stevnudegnum.
b) Til liðkappingar skulu luttakaranøvnini vera tilskilað. Tó kunnu hesi broytast í seinasta lagi 8 kappingar, áðrenn liðkappingarnar byrja. Tá skulu øll liðini lata luttakaranøvnini í startraðfylgju.
c) Um tilmeldingin ikki er fullfíggjað, t.d. um árgangur, svimjigrein ella luttøkugjaldið restar hjá onkrum luttakara, verður tilmeldingin ikki góðtikin.
Grein 7
Har bert ein luttakari er tilmeldaður, skal hesin svimja strekkið fyri at gerast vinnari. Hetta er galdandi einsvæl fyri lið sum einstaklingar.
Grein 8
Vinningar
Felagið, ið bjóðar til stevnu, avger, um og hvørjir vinningar verða latnir.
Grein 9
Úrslit
Felagið, ið bjóðar til stevnu, skal senda øllum luttakandi feløgum og Svimjisambandinum fullfíggjaðan úrslitalista í seinasta lagi 48 tímar eftir, at kappingin er lokin.
Sett í gildi 20. mars 2008, broytt á Starvsnevndarfundi 26. apríl 2010, á Starvsnevndarfundi við Gjógv 4. mars 2018, og dagførd av starvsnevndini við kunning til aðalfund SSF hin 13. apríl 2024.