Leinkja at atkvøða til val í Íðkaranevndini

Frá Íðkaranevnd SSF:

So bleiv tað 16. desember, og valið í Íðkaranevndini byrjar í dag, og endar sum kunnugt 23. desember 23:59.

Photo by Element5 Digital: https://www.pexels.com/photo/person-dropping-paper-on-box-1550337/

Niðanfyri er leinkjan har atkvøtt verður. Vinarliga sendið tit leinkjuna víðari til viðkomandi svimjarar.

Stk 1: Valrætt hava tey ítróttarfólk, sum eru fylt 15 ár, og valbæri tey ítróttarfólk sum eru fylt 18 ár, ið hava umboðað teirra felag á føroyskari meistarastevnu undir SSF í seinasta lagi átta ár undan uppstilling til val í nevndina.

Ábyrgdarhavandi hjá Íðkaranevndini loyvir sær at kanna eftir um omanfyristandandi treytir eru uppfyltar, tí leinkjan er opin fyri øllum.

Leinkjan til atkvøðugreiðsluna:
Atkvøðugreiðsla – Íðkaranevnd 2026

Takk fyri

Íðkaranevnd SSF

This entry was posted in Felagsskapur. Bookmark the permalink.