Startlistar til FM og JM á stuttgeil 2025

Árliga FøroyaMeistarastevnan og JuniorMeistarastevnan á Stuttgeil verður nú í vikuskiftinum, fyri fyrstu ferð í mong ár í Klaksvík. Tilsamans eru tey eini 56 sum hava meldað til hesa stevnu, sum byrjar fríggjamorgunin kl 09:30. Sí startlistarnar her á Swimify

Orsøkin til at FMS/JMS nú er í Klaksvík, er at aðalfundur SSF í 2023, heitti á SSF at gera eina skipan, so at FM framyvir kundi skifta millum hallirnar í Føroyum. SSF hevur tikið hetta til eftirtektar, og skifta allar meistarastevnur SSF tí eftir ætlan millum góðkendu hallir.

Tíðarætlan og annað sæst í innbjóðingini

Úrslitini fara at síggjast so hvørt her á Swimify

Eftir ætlan verður stroymað frá hesi stevnu, á YouTube-rásini hjá SSF. Vit hava tó eina avbjóðing fríggjamorgunin, so at byrjað allarhelst ikki verður fyrr enn tá ið FM-finalurnar byrja, fríggjadag.

Svimjararnir sum eru tilmeldaðir til FMS/JMS 2025, eru

  • 23 svimjarar og 8 lið úr Havnar Svimjifelag
  • 15 svimjarar og 5 lið úr Ægir
  • 11 svimjarar og 3 lið úr Suðuroyar Svimjifelag
  • 6 svimjarar og 2 lið úr Fuglafjarðar Svimjifelag
  • 1 svimjari úr Svimjifelagnum FLOT
This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.