Luttakaralistar til HM 2025

Luttakaralistarnir til HM 2025 síggjast nú her á Omegatiming, sum sjálvsagt benda á harða kapping. Tilsamans eru tey 1027 svimjarar (583 menn og 444 kvinnur) og 210 lið (stafettir) úr 203 londum sum fara at kappast hesar 8 dagarnar í Singapore.

HM-liðið 2025. Sabina Poulsen eigur myndina

Føroyska luttøkan:

Bjarta í Lágabø (2009, SuSvim)

  • 50 rygg – 68 tilmeldingar, Bjarta 1 av 7 uttan tilmeldingartíð
  • 100 rygg – 56 tilmeldingar, Bjarta 1 av 4 uttan tilmeldingartíð

Lea Osberg Højsted (2008, Ægir)

  • 50 bringu – 63 tilmeldingar, Lea nr 46 smb. tilmeldingartíð
  • 100 bringu – 57 tilmeldingar, Lea nr 49 smb. tilmeldingartíð

Líggjas Joensen (2008, Ægir)

  • 800 frí – 28 tilmeldingar, Líggjas nr 25 smb. tilmeldingartíð
  • 1500 frí – 25 tilmeldingar, Líggar nr 24 smb. tilmeldingartíð

Isak D. Brisenfeldt (2006, HS)

  • 200 firvald – 39 tilmeldingar, Isak nr 35 smb. tilmeldingartíð
  • 200 blandað – 48 tilmeldingar, Isak nr 40 smb. tilmeldingartíð

Mix-liðið (2006, Føroyar)

  • 4×100 blandað – 44 tilmeldingar, Føroyar 1 av 13 uttan tilmeldingartíð
  • 4×100 frí – 38 tilmeldingar, Føroyar 1 av 19 uttan tilmeldingartíð

Serliga áhugaverdar plaseringar fyri okkum, eru topp-16 og topp-32, sum kvalifisera ávikavíst til fyrsta og næsta stig í úrvalsskipan ÍSF. Vit hava longu nakrar av hesum, men kunnu væl brúka fleiri.

Startlistar og úrslit fara at kunna síggjast her á omegatiming.com. Har burdu ikki kunnað komið fleiri tilmeldingar; men frámeldingar koma væntandi fram til lógligu freist sum er til og við liðleiðarafundin fríggjadagin.

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.