Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði fyri løtu síðani at vinna gullheiðursmerki á Danish Open 2025, tá ið hann í skjótasta riðli í 1500 metra frísvimjing fyri menn svam seg til úrslitið 15:52.27. Sí úrslitalistan her á Swimify
Hetta var stór betring av hansara til nú bestu tíð í hesi grein, sum var 16:13.68, frá tá ið hann vann silvur í hesi grein á NMU 2024 í Helsinki.
Líggjas er nú hin triðskjótasti føroyingur í hesi grein, aftanfyri Pál Joensen (1990, SuSvim) á 14:46.33 og Óla Mortensen (1996, HS) á 15:31.75.