Bartal 51.89 og føroyskt met í 100 frí

Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) megnaði fyri løtu síðani at seta flott føroyskt met í 100 metra frísvimjing á langgeil fyri menn, tá ið hann í C-finaluni á Danish Open 2025 svam seg til úrslitið 51.89. Sí úrslitalistan her

Magnus Jákupsson (1994, HS) átti føroyska metið á 51.91, frá donsku meistarastevnuni í Esbjerg í 2012. Besta ´tíð hjá Bartali áðrenn hetta, var 51.99 frá innleiðandi í morgun, og áðrenn tað 52.32 frá EM í Beograd í fjør.

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.