Starvsnevnd SSF hevur samtykt at broyta okkara Reglugerð fyri Meistastevnur, so at FM á stuttgeil sambært reglugerðini framyvir kann vera eisini í desember mánaða, og FM á langgeil eisini í juli mánaða. Hetta sum umrøtt undir ymiskt á aðalfundi SSF herfyri.

Samtyktin var at broyta fylgjandi reglu í grein 1:
“Føroyameistarastevnan á stuttgeil verður fyriskipað í oktober ella november og Føroyameistarastevnan á langgeil í mai ella juni.”
Til nú at siga:
“Føroyameistarastevnan á stuttgeil verður fyriskipað í oktober, november ella desember og Føroyameistarastevnan á langgeil í mai, juni ella juli.”