SSF hevði sín árliga kalendarafund í dag, har tillagingar vórðu gjørdar til árið 2025, og kalendarin avtalaður so frægt sum vit nú kunnu til í 2026. Hartil vóru ymisk evni viðgjørd, runt tað at skipa fyri svimjistevnum í Føroyum.

Tilsamans 23 møttu til hendan fundin, úr okkara 7 feløgum umframt starvsnevnd, svimjinevnd og íðkaranevnd SSF.
Størstu broytingar til í 2025, vóru at ABMS varð flutt frá 16. – 17. til 10. – 11. mai, og FM á langgeil frá 29. – 31. mai til 7. – 9. juni.
Flytingin av ABMS var mest til at umganga stevnu tá ið ferming er á Tvøroyri, og FML til at ikki hava samanfall við EM í Open Water, umframt at leingja árið eitt vet.
Lívligt kjak var yvirhøvur, til dømis um hvussu langt svimjiárið skal vera, og um í hvønn mun vit kunnu leggja meistarastevnurnar har annað er á skrá.
Kalendarin til 2026 varð hartil lagdur so væl sum vit nú kunnu, nú óvissur eru t.d. um akkurát nær hesar ymisku altjóða meistarastevnurnar eru, sum verða tá.
Har var t.d. ein djarvur tanki, at leggja FM á stuttgeil í desember 2026, aftaná NM/NJM og HM á stuttgeil. Men tá mugu vit m.a. vita, nær og hvar hetta HM tá er.
At enda var prát um nær nálir og hvar eiga at handast, um tiltøk í skúlatíð, um FM skal halda áfram við at vera bara fyri føroyingar, og um gjaldsskipanina ísv meistarastevnur SSF.
Sum heild ein lívligur men effektivur fundur, har vit fingu avtalað hendan felags kalendara, sum er eitt eindømi í Norðurlondum.
Kalendarin sæst her á heimasíðu SSF
Hartil kann lesast her um ætlanir SSF fram til 2028