Føroysku úrslitini á HMS 2024

Heimsmeistarastevnan á stuttgeil 2024 endaði í gjár, við føroyskari luttøku allar seks dagarnar. Tíverri var okkara luttøka ávirkað av ein svimjari varð sjúkur, sum so aftur gjørdi at liðsvimjingin ikki luttók yvirhøvur, og kanska av í so tættari kappingarskrá áðrenn hesa stevnu, so at svimjararnir ikki vóru heilt tipp-topp.

Men, Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í góðum dysti at svimja seg til eitt 32. pláss í 800 frí, sum kvalifiserar til næsta stig hjá Úrvali. Harvið hava vit tvey á hesum støði, sum eru hann umframt Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS), sum prógvaði tað støðið á EM á langgeil í mai.

Image courtesy of Ivanhoe, CC BY-SA 3.0

Øll úrslitini finnast her á omegatiming.com umframt her á SwimRankings

Føroysku úrslitini vóru

Týsdag 10. desember

Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) 1:02.60 (674 AQUA) og nr 45 av 63 í 100 rygg
– besta tíð hj´a henni er 1:01.07 frá Oyggjaleikum á Guernsey í fjør

Mikudag 11. desember

Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) kolldømd í 100 bringu
– besta tíð hjá henni er føroyska metið á 1:10.07 frá NJM í desember

Hósdag 12. desember

Líggjas Joensen (2008, Ægir) 3:53.46 (571 AQUA) og nr 41 av 49 í 400 frí
– besta tíð hjá honum er 3:48.74 frá FM á stuttgeil í november

Fríggjadag 13. desember

Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) 2:33.31 (676 AQUA) og nr 36 av 40 í 200 bringu
– besta tíð hjá henni er 2:31.59 frá NJM í desember

Leygardag 14. desember

Líggjas Joensen (2008, Ægir) 8:00.75 (769 AQUA) og nr 32 av 40 í 800 frí
– besta tíð hjá honum er 7:55.67 frá DMJ í oktober

Sunnudag 15. desember

Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) 2:14.24 (695 AQUA) og nr 33 av 42 í 200 rygg
– besta tíð hjá henni er 2:12.38 frá Oyggjaleikum á Guernsey í fjør

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.