Føroyar 7:22.67 og bronsu og stórt føroyskt landsliðsmet í 4×200 frí fyri menn á NM 2024

Teir fýra Bartal, Heini, Isak og Líggjas megnaðu í kvøld at svimja seg til bronsu og risastórt føroyskt landsliðsmet í 4 ferðir 200 metra frísvimjing fyri menn, tá ið teir í finaluni svumu seg til samlaða úrslitið 7:22.67. Sí úrslitalistan her á Swimify

Teir sum svumu í kvøld, vóru Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) 1:51.02, Heini M. Askham (2006, Ægir) 1:53.45, Isak D. Brisenfeldt (2006, HS) 1:50.23 og Líggjas Joensen (2008, Ægir) 1:47.97.

Føroyska landsliðsmetið var 7:38.64 áðrenn hetta, frá NM/NJM í Oulu í Finnlandi í 2018. Altso ein betring á eini 15,97 sekund, ella knøpp 4 sekund í part.

Føroyar bronsu í 4×200 frí á NM 2024. Gunnvá Thomsen eigur myndina
This entry was posted in Óbólkað. Bookmark the permalink.