Starvsnevnd SSF hevur samtykt at vilja bjóða fylgjandi svimjarum luttøku á HM á stuttgeil 2024, sum verður í Budapest í Ungarn hin 10. til 15. desember 2024. Svimjararnir eru spurdir, og hava tikið av tilboðnum.
- Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS)
- Lea Osberg Højsted (2008, Ægir)
- Isak Brisenfeldt (2006, HS)
- Líggjas Joensen (2008, Ægir)
Hetta er svimjarin sum hevur klárað kravtíð, umframt trý afturat til at vónandi fáa eina liðsvimjing í topp-32 á HM, sum er týðandi krav í nýggju Úrvalsskipanini hjá ÍSF.
Við svimjarunum eru landsliðsvenjari Rúni Gaardbo, og ferðaleiðari Bjørg Ólavsdóttir.