Systkinini Líggjas og Jonna Joensen luttóku í vikuskiftinum á Vestdanske Junior/Senior Kortbane 2024, og gekk tað bara heilt væl hjá teimum. Serliga Líggjas gjørdi vart við seg, við at vera skjótast av øllum í 800 og 1500 frí, næstskjótast í 400 frí og triðskjótast í 200 frí, umframt at verða juniormeistari í øllum hesum greinum.
Allar tíðirnar hjá honum vóru persónlig met, umframt í 100 frí, og var besta avrik hjá honum 3:54.34 og 743 AQUA-stig í 400 frí. Líggjas var mest vinnandi svimjari hjá Aalborg, sambært Facebook-síðu hjá teimum, ið er eyka gott tá hugsað verður um at Aalborg eftir øllum at døma vann flest heiðursmerki yvirhøvur.
Jonna svam seg til fjórðapláss í 200 firvald, umframt 7. pláss í 100 firvald.
Sí úrslitini her á Swimify og her á SwimRankings