Ársfundur hjá Nordic Life Saving Group

Norðurlendski lívbjargingarbólkurin avgreiddi sín ársfund í Stocksund nær Stockholm nú týsdagin 24. og mikudagin 25. september 2024, við luttøku av eisini undirritaða forfólki SSF. Tveir góðir men drúgvir, hálvir dagar, nú vit endiliga kundu møtast aftur fysiskt, síðani 2019 og korona frá 2020.

Á skránni var serliga vitanardeiling, um tað hesi ymisku londini hava fingist við í seinastuni. Hartil frágreiðingar frá virksemi í altjóða felagsskapum so sum altjóða lívbjargingarsambandinum ILS, og evropeiska svimjisambandinum.

Nógvar áhugaverdar kanningar vórðu lagdar fram, sum vit kunnu koma aftur til við givið høvi. Vit viðgjørdu eisini møguligar trygdarætlanir í ymisku londunum, og tosaðu sum heild um hvussu vit kunnu styrka okkara samstarv.

Í dag varð tosað serliga um hetta við trygdarætlanunum umframt um lívbjarging sum eisini ítróttargrein, og at enda var lívligt kjak um meira og minni egnað bjargingaramboð.

Sum heild ein sera góður fundur. Eftir ætlan verður næsti fundur í Noregi í 2025, allarhelst aftur í september mánaða.

Vegna SSF

Rókur

This entry was posted in Lívbjarging. Bookmark the permalink.