Antidoping Føroyar hevði ein áhugaverdan fyrilestur nú týskvøldið hin 10. september, um serliga komandi krøv vegna endurskoðanina av altjóða reglugerðini til í 2027. Eitt nýtt sum fer at koma, er krav um at fleiri skulu útbúgvast um antidoping, íroknað foreldur.
Fyrilestrarhaldarin var Annemarie H. Kristensen úr Anti Doping Danmark, umframt at Pál Joensen umboðaði Antidoping Føroyar. Fyrilesturin var fyri umboð úr føroysku sambondunum, nú umboð frá Anti Doping Danmark vóru her at útbúgva eftirlitsfólk hjá Antidoping Føroyar.
Høvuðsboðskapurin var, at altjóða antidopingstovnurin WADA er í ferð við at endurskoða sína dopingreglugerð, til frá í 2027 at m.a. krevja útbúgving áðrenn dopingtest, til fleiri enn bara tey sum fara til altjóða stevnur, og at prógv um hesar útbúgvingar eru skjalfestar.
Vit í SSF krevja longu av okkara landsliðsíðkarum, -venjarum og -leiðarum, at tey gjøgnumføra netskeið hjá annaðhvørt WADA ella Anti Doping Danmark, áðrenn luttøku við landsliðnum. Men, áheitanin er, at vit umhugsa tað sama til FM luttakarar, og til foreldur hjá hesum íðkarum.
Orsøkin er, at tað er týðandi at kenna mannagongdirnar, og at verða fyrireikað uppá tað sum nú einaferð verður kravt av íðkarum, tá ið hesi verða úttikin til dopingtest. Umframt at tað eru onnur krøv til eisini okkum onnur enn íðkararnar, út yvir hvat ið teir hava í kroppinum.
Uppgávan hjá okkum í SSF er nú, at fyrireika okkum uppá hesi komandi krøv, og at gjarna innføra ábøtur longu áðrenn vit koma til 2027. Tvey ítøkilig uppskot, eru at innføra reglulig skeið, og at minnast til at pláss skal vera til eisini dopingtest, t.d. aftaná hvørt FM-umfar.
Skeiðini hjá Anti Doping Danmark og WADA finnast her á netinum:
https://uddannelse.antidoping.dk/ og https://adel.wada-ama.org/learn
Tey eru ókeypis, og finnast í útgávum bæði til íðkarar, venjarar/leiðarar og foreldur. Hjá Anti Doping Danmark er møguleiki at nágreina at, ein hoyrir t.d. til Svimjisamband Føroya, so at vit lætt síggja hvør hjá okkum hevur gjøgnumført skeiðini. Men skeiðini eru tey somu óansæð.
Við svimjikvøðu
Vegna SSF
Rókur í Jákupsstovu
Um Svimjisamband Føroya
SSF er hægsti myndugleiki í øllum svimjiviðurskiftum í Føroyum. Endamálið er at menna og skapa áhuga fyri svimjiítróttina, at betra um heilsustøðuna og møguleikanum fyri lívbjargni, og at seta krøv til lívbjarging og trygd í sambandi við svimjing.
SSF virkar fyri samstarvi, tryggleika og trivnaði í føroyskari svimjing, so at sum flest kunnu íðka trygt á tí støði og við tí førleika, sum viðkomandi hevur.