Svimjisambandið skipaði nú leygardagin hin 14. september fyri forfólkafundi, har starvsnevnd og umboð úr øllum okkara sjey feløgum viðgjørdu framtíðarætlanir SSF, umframt at eftirmeta strategi ÍSF. Eitt mál varð tíverri gloymt í rúgvuni, men verður tað so handfarið so-ella-so.
Høvið var serliga tí at úrvalsumsókn skal sendast inn í seinasta lagi hin 15. oktober, sum við nýggju Úrvalsskipanini skal vera frá Svimjisambandinum sjálvum, heldur enn frá hvørjum einstaka íðkara. Til tað skal úrvalsætlan gerast, har tørvur var á at tosa við feløgini um okkara tankar.
Hartil hevur arbeiðið at gera úrvalsætlan viðført, at tørvur varð á at fáa orðað eisini eina landsliðsætlan, umframt at fáa umorðað í øllum førum part av okkara virksemisætlan. Hetta arbeiðið er verri enn so liðugt enn, men varð arbeiðið til nú tó lagt fram fyri feløgini til ummælis.
Hartil var ymisk kunning og umrøða, so sum at vit nú ætla at lata upp fyri nýggjum umsóknum til landsliðstoymið, og at nýggj krøv allarhelst verða til útbúgving um antidoping. Eisini varð nýggja limaskipanin umrødd, sum ÍSF er í ferð við at bjóða øllum sambondum og feløgum at brúka.
Og so varð eitt umfar av eftirmeting av strategi ÍSF, uppá fyrispurning frá ÍSF í vikuni. Umframt at vit viðgjørdu møguligt egingjald í sambandi við landsliðsuppgávur, har ein roynd nú verður gjørd í sambandi við Reykjavík International Games í januar.
Tíverri varð eitt mál tó gloymt í rúgvuni, sum var viðgerð av ætlaðari skipan til úttøku av venjarum og leiðarum. At viðgera við givið høvi, nú fundur frá kl 11:30 til 16:00 ikki var nokk.
Sum heild ein fínur fundur, um enn at tíðin varð ov knøpp til hatta eina.
Við svimjikvøðu
Vegna SSF
Rókur í Jákupsstovu
Um Svimjisamband Føroya
SSF er hægsti myndugleiki í øllum svimjiviðurskiftum í Føroyum. Endamálið er at menna og skapa áhuga fyri svimjiítróttina, at betra um heilsustøðuna og møguleikanum fyri lívbjargni, og at seta krøv til lívbjarging og trygd í sambandi við svimjing.
SSF virkar fyri samstarvi, tryggleika og trivnaði í føroyskari svimjing, so at sum flest kunnu íðka trygt á tí støði og við tí førleika, sum viðkomandi hevur.