Svimjisambandið verður hin 18. til 20. oktober vertur fyri norðurlendskari ráðstevnu um svimjifrálæru, í Norðurlandahúsinum umframt Svimjihøllini í Gundadali. Málbólkurin er svimjivenjarar og lærarar í Føroyum og uttanlanda, sum vilja dagføra seg um, hvussu ein best lærir fólk at svimja.
Hendan ráðstevna er uppá skift millum norðurlondini, annaðhvørt ár. Seinast hon var í Føroyum, var í 2012, tá ið eini 170 luttóku í somu hølum, tríggjar áhugaverdar dagar í Havn. Í ár er óvist, um tað verða heilt so nógv, eftir at korona avlýsti ráðstevnurnar í 2020 og 2022.
Evnini eru annars sera áhugaverd, har útlendskir serfrøðingar fara at greiða frá um, hvussu svimjiførleiki skal síggjast sum meira enn bara tað at duga at svimja, og um felagsnevnarar í góðari svimjifrálæru, og um munin, tá ið lærdómurin úr svimjihylinum skal brúkast t.d. á sjónum.
Eisini koma umboð frá evropeiska svimjisambandinum til Føroyar at greiða frá tilmælunum frá hesum felagsskapi, til hvat ið roknast skal sum svimjiførleiki, og hvussu hesin førleiki kann røkkast. Eitt vinarligt kjak verður eftir ætlan við hesi umboð, nú norðurlond longu hava sína egnu allýsing.
Leygarkvøldið er stórur galladøgverði, og yvirhøvur er tankin at líka nógv kunna netverka við hesar mongu eldsálir, til at vónandi styrkja svimjing og svimjifrálæru sum heild. Øll gransking bendir á, at tað er harðliga tiltrongt at betra um almennu svimjiundirvísingina, serliga nú aftaná korona.
Áhugaði kunna lesa meira um hesa ráðstevnu á ssf.fo/learn2swim, har m.a leinki er til bílegging av atgongumerkjum. Skráin er ikki heilt fastløst enn, men verða har eisini innslag í svimjihøllini, umframt styttri tiltøk í Norðurlandahúsinum, sum vit enn arbeiða við at fáa uppá pláss.
Við svimjikvøðu
Vegna SSF
Rókur í Jákupsstovu, forfólk
Um Svimjisamband Føroya
SSF er hægsti myndugleiki í øllum svimjiviðurskiftum í Føroyum. Endamálið er at menna og skapa áhuga fyri svimjiítróttina, at betra um heilsustøðuna og møguleikanum fyri lívbjargni, og at seta krøv til lívbjarging og trygd í sambandi við svimjing.
SSF virkar fyri samstarvi, tryggleika og trivnaði í føroyskari svimjing, so at sum flest kunnu íðka trygt á tí støði og við tí førleika, sum viðkomandi hevur.