SSF-kalendarin fyri 2025 komin rættiliga væl uppá pláss

Nú svimjingin so smátt byrjar aftur eftir summarfrí, kunnu vit gleðast um at rættiliga nógv er komið uppá pláss í kalendaranum, í øllum førum fram til summarið 2025. Sí ssf.fo/kalendari

Tað verður nógv at nevna alt sum er í kalendaranum – men úr rúgvuni kann nevnast til dømis:

  • 13. – 14. sep 24: Forfólkafundur (vónandi)
  • 18. – 20. okt 24: Norðurlendsk svimjifrálæruráðstevna í Havn
  • 8. – 9. nov 24: FøroyaMeistarastevna (FM/JM) á stuttgeil í Havn
  • 16. nov. 24: SSF-galla sum íðkaranevndin skipar fyri
  • 29. nov – 1. des 24: Norðurlendsk Meistarastevna (NM/NJM) í Vejle
  • 10. – 15. des 24: Heimsmeistarastevna á stuttgeil í Budapest
  • 24. – 26. jan 25: Reykjavík International
  • 15. feb 25: Kalendarafundur (væntandi)
  • 15. – 16. mar 25: Ægir Open (úttøkustevna til Oyggjaleikir)
  • 24. – 26. apr 25: HS Open (úttøkustevna til EM/EJM/NMU/HM)
  • 16. – 17. mai 25: AldursBólkaMeistaraStevna í Havn
  • 29. – 31. mai 25: FøroyaMeistarastevna á langgeil í Vági
  • 26. – 27. jun 25: Evropeisk Meistarastevna fyri U23 í Slovakia
  • 1. – 6. jul 25: Evropeisk JuniorMeistarastevna í Slovakia
  • 5. – 6. jul 25: Norðurlendsk Meistarastevna fyri Ung í Havn
  • 12. – 18. jul 25: Oyggjaleikir á Orkney
  • 27. jul – 3. aug 25: HM í Singapore

Hartil allar hinar heimligu stevnurnar hjá okkum, sum eru avtalaðar við feløgini fram til ársenda 2025. Og annað so sum aðalfundurin, ið verður koyrt í kalendaran so hvørt sum dagfestingarnar fella uppá pláss.

This entry was posted in Felagsskapur. Bookmark the permalink.