Nú freistin fór í gjár, vóru tey tilsamans fimm sum sendu inn umsókn til Svimjisamband Føroya, til starvið sum aðalskrivari SSF. Nú skal ein setanarbólkur meta um og taka inn til samrøðu, áðrenn starvsnevndin fær raðfesting at kunna velja ímillum.
Svimjisamband Føroya hevur í hálvannað ár virkað uttan aðalskrivara, har í staðin forfólkið saman við næstforfólkinum hevur tikið sær av dagligum umsitingini, við sjálvbodnari hjálp frá eisini starvsnevndini og øðrum.
Hetta er neyðturviliga gingið sum tað gekk, men er støðan ikki haldbær í longdini. Tí avgjørdi starvsnevndin at vilja søkja eftir aðalskrivara, har lýsing fór út í summar, og hartil hesar fimm umsóknir so nú eru komnar.
Starvsnevnd SSF hevði fund her í vikuni, og avgjørdi tá at seta ein setanarbólk á trý fólk, sum nú fara at viðgera umsóknirnar, taka inn til samrøðu, og síðani innstilla eini tvey ella trý við raðfesting til starvsnevndina at kunna velja ímillum.
Gevið gætur! Hesi fimm fáa í dag teldupost um hetta – So um tú hevur sent umsókn og ikki fært boð frá undirritaða í dag, er kanska okkurt galið. Skriva tá til mín á rokur@ssf.fo, ella ring 219754
Við svimjikvøðu
Vegna SSF
Rókur í Jákupsstovu, forfólk
###
Um Svimjisamband Føroya
SSF er hægsti myndugleiki í øllum svimjiviðurskiftum í Føroyum. Endamálið er at menna og skapa áhuga fyri svimjiítróttina, at betra um heilsustøðuna og møguleikanum fyri lívbjargni, og at seta krøv til lívbjarging og trygd í sambandi við svimjing.
SSF virkar fyri samstarvi, tryggleika og trivnaði í føroyskari svimjing, so at sum flest kunnu íðka trygt á tí støði og við tí førleika, sum viðkomandi hevur.