Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í dag at vinna sær eitt bronsuheiðursmerki afturat á donsku meistarastevnuni fyri juniorar, tá ið hann og hinir á liðnum úr Aalborg svumu seg til samlaða úrslitið 3:29.87 í 4×100 frí á langgeil. Sí úrslitalistan her
Teir fýra svumu Nicklas Lorentsen Mikkelsen (2007) 52.41, Líggjas Joensen (2008) 52.19, Sigurd S. Kristensen (2008) 51.05 og Rasmus Norup (2007) 54.22. Hovedstaden vann við nýggjum donskum juniormeti 3:26.56, og Sigma vann silvur við 3:28.89.
Annars var nokk við at vera uppi hjá Líggjasi, aftaná nakrar óførar dagar á DM 2024. Hann luttók í 400 frí í morgun, og varð tá nr 4 millum juniorar við 4:06.71, umframt at svimja seg við sjeyndbestu tíð av øllum í A-finaluna á DM, har hann so aftur varð nr 6 við 4:18.21. Besta tíð hjá honum er 4:03.57 í hesi grein, frá Danish Open í apríl.
Men, saman um tikið eitt øgiligt hál hjá honum, á hesi stevnu:
á DMJ 2024 – 1 gull, 2 silvur, 2 bronsur
- silvur í 4×200 frí
- bronsu í 800 frí
- silvur í 200 frí
- gull í 1500 frí
- bronsu í 4×100 frí
á DM 2024 – 1 gull, 1 bronsu
- bronsu í 800 frí
- gull í 1500 frí