Líggjas Joensen (2008, Ægir) royndi seg eisini í stafettum í dag, fyrst í morgun í 4×200 blandað, har Líggjas og teir úr Aalborg vunnu silvurheiðursmerki, og síðani í 4×100 frí í kvøld har Líggjas sum fyrsti svimjari svam skjótast av teimum fýra út Aalborg, til eitt klubbmet og her sjeyndapláss á DM 2024. Hartil royndi hann seg í DM-finalu í 200 frí, har hann varð nr 6 við úrslitinum 1:55.03
Í 4×200 blandað, vóru teir Sebastian Eliasen (2006) 2:14.05, Rasmus Starcke Jeppesen (2008) 2:17.17, Sigurd S. Kristensen (2008) 2:15.53 og Líggjas Joensen (2008) 2:13.25. Sí úrslitalistan her.
Í 4×100 frí, vóru teir Líggjas Joensen (2008) 53.03, Sigurd S. Kristensen (2008) 51.63, Gustav Jørgensen (2000) 51.99 og Nicklas Lorentsen Mikkelsen (2007) 52.26. Sí úrslitalistan her.
Tíðin 53.03 var stórt nýtt persónligt met hjá Líggjasi, í mun til 54.30 frá Reykjavík International í januar, og flytir Líggjas nú frá at hava 11. bestu tíð nakrantíð millum føroyingar í 100 frí á langgeil, til at hava fjórbestu.
Líggjas hevur sostatt til nú vunnið …
á DMJ 2024
- silvur í 4×200 frí
- bronsu í 800 frí
- silvur í 200 frí
- silvur í 4×200 blandað
á DM 2024
- bronsu í 800 frí