Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði fyri løtu síðani at svimja seg til óført bronsuheiðursmerki á donsku meistarastevnuni á langgeil, bæði í opna bólkinum og í kappingini fyri juniorar, tá ið hann í skjótasta riðli í 800 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 8:20.60. Sí úrslitalistan her
Hetta var stór betring av hansara til nú bestu tíð, sum var 8:30.79 frá Danish Open í apríl mánaða. Ein betring á 10.19 sekund, frá 693 til 736 AQUA-stig, sum flytir hann frá at verða fimtbesti føroyski svimjari nakrantíð á hesum teini, til at nú vera hin triðbesti nakrantíð, aftanfyri Pál Joensen og Óla Mortensen.
Líggjas vann hartil í morgun saman við Aalborg Svømmeklub silvurheiðursmerki í 4×200 frí fyri juniorar, við samlaða úrslitinum 7:46.94. Tíðirnar hjá teimum fýra vóru Sigurd S. Kristensen (2008) 1:54.76, Líggas Joensen (2008) 1:52.82, Nicklas Lorentsen Mikkelsen (2007) 1:59.16 og Sebastian Eliasen (2008) 2:00.20. Sí úrslitalistan her
Teir báðir sum svumu skjótari enn Líggjas, nú í 800, vóru Sander F. Høyrup Johnsen (2007) úr Lyngby Svømmeklub 8:16.93, og Emil Schmidt (2006) úr Sigma Swim Birkerød 8:20.32. Dysturin hjá Líggjasi var serliga við hendan Emil, umframt við Christian Duetoft (2005) úr Vejle Svømmeklub sum varð nr 4 við 8:21.46.