Gløgga eygað hevur sikkurt longu uppdagað, at Líggjas heldur í eini sjokulátaplátu, har á myndini í sambandi við hansara gull í 400 frí á NMU 2024. Handan var vinningurin tí at hann kláraði besta avrik av øllum dreingjum á hesi stevnu, við úrslitinum 1:53.14 í 200 frí, sum gav 732 AQUA-stig. Sí listan her

Besta avrik av øllum, átti danska Amanda Liechti, við úrslitinum 2:04.89 og 737 AQUA-stig í 200 frí hjá gentum. Harnæst var tað so Líggjas, og síðani finska Miina-Anniina Härkänen við 2:05.62 og 724 í 200 frí. Sí listan hjá gentum her