Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) megnaði í dag at seta stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2024 svam seg til úrslitið 1:14.06. Sí úrslitalistan her
Ásbjørg Hjelm átti føroyska metið og juniormetið á 1:15.34, frá European Games í Baku í Aserbadjan í 2015. Besta tíð hjá Leu áðrenn hetta, var 1:15.61 frá Danish Open í fjør.
Tíðin hjá Leu rakk til eitt sættapláss á hesum NMU, har Louse Olsen úr Danmark vann gull við 1:11.99, Karen Knutsen Klepp úr Noregi silvur við 1:12.69, og Naja Kamman úr Danmark bronsu við 1:13.04.