Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði fyri løtu síðani at vinna sær norðurlendskt gull í 200 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2024 svam seg til úrslitið 1:53.14. Tíðin var hartil nýtt føroyskt juniormet. Sí úrslitalistan her
Her var eingin slingur í valsinum, líka undantikið at danski Sigurd S. Kristensen og estiski Karl Vilson úti á uttargeilini førdu aftaná fyrstu 50, Sigurd við 26.86 og Karl við 26.90, har Líggjas splittaði við 27.03.
Síðani var tað Líggjas fyri rest – 27.03 við 50, 55.68 (28.65) við 100, 1:24.92 (29.24) við 150 og 1:53.14 (28.22) og gull við 200. Troy Sevonen úr Svøríki vann silvur við 1:56.81 og Magnús Viðir Jónsson úr Íslandi bronsu við 1:57.62
Líggjas var longu áðrenn hetta hin næstskjótasti føroyingur nakrantíð í 200 frí, aftanfyri Pál Joensen á 1:48.98. Líggjas átti føroyska juniormetið á 1:53.20, frá Danish Open í apríl mánaða, sum nú neyðturviliga er 1:53.14.