So er tað EM 2024

Evropeiska meistarastevnan 2024 er í hesum døgum í Beograd í Serbia, har sjálv svimjikappingin verður 17. til 23. juni 2023, við luttøku av eisini Elisabeth Erlendsdóttir og Bartal E. Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag. Kappingin verður hørð, men eru tó møguleikar at hála seg upp ímillum hesu røsku, sí startlistarnar her

Føroyska svimjilandsliðið har vesturi í morgun. Jón Bjarnason eigur myndina

Tey bæði kappast í hesum greinum

Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag

  • 50 rygg – tilm.tíð 29.47 (nr 27 av 28)
  • 100 rygg – tilm.tíð 1:04.70 (nr 24 av 28)
  • 200 rygg – tilm.tíð 2:21.17 (nr 30 av 32)

Bartal E. Eidesgaard (2003) úr Havnar Svimjifelag

  • 50 frí – tilm.tíð 24.07 (nr 77 av 82)
  • 100 frí – tilm.tíð 52.48 (nr 85 av 90)
  • 50 bringu – tilm.tíð 29.56 (nr 40 av 41)
  • 100 bringu – tilm.tíð 1:05.44 (nr 51 av 52)
  • 200 bringu – tilm.tíð 2:31.79 (nr 31 av 32)

Gevið gætur at startlistarnir eru fyribils, har frámeldingar og útskiftingar kunnu gerast fram til tekniska fundin í morgin seinnapart.

Við teimum báðum eru venjari Jón Bjarnason og ferðaleiðari Katja Lervig.

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.