Starvsnevnd SSF hevur samtykt at vilja bjóða fylgjandi svimjarum luttøku á EM, EJM og NMU 2024:
EM í Serbia 17. til 23. juni 2024
- Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS
- Bartal E. Eidesgaard (2003), HS
EJM í Litava 2. til 7. juli 2024
- *Líggjas Joensen (2008), Ægir
- Heini M. Askham (2006), Ægir
- Isak Brisenfeldt (2006), HS
NMU í Helsinki 2. og 3. juli 2024
- *Líggjas Joensen (2008), Ægir
- Bjarta í Lágabø (2009), SuSvim
- Silas Dam Lindberg (2008), HS
- Lea O. Højsted (2008), Ægir
- Róa Trygvadóttir (2008), Ægir
- Oddvaldur Leivsson (2008), HS
- Fróði Hansen (2008), FS
- Bárður Ólavsson (2008), FS
- Jórun Winther (2011), SuSvim
- Óli Mikkelsen (2008), HS
- Ólavur W. Jákupsson (2008), HS
* Líggjas hevur klárað kravtíð til bæði EJM og NMU 2024, og verður tí biðin um at velja
Starvsnevndin tekur undir við møtiskyldu á landsliðsleguni hin 25. mai, um ikki onnur avtala er gjørd.
Sí eisini hetta úr reglugerð SSF um úttøku og kravtíðir:
Frá endaligu úttøkuni og til byrjanina av kappingini skulu allir svimjarar, ið eru úttiknir luttaka í øllum teimum fyrireikingum, ið Svimjisambandið skipar fyri.
Fær úttikin svimjari skaða ella verður darvaður á annan hátt, skal hetta fráboðast Svimjisambandinum sum skjótast, ið so tekur avgerð um hvussu víðari skal farast fram.
SSF skal hava bindandi svar í seinasta lagið mánakvøldið hin 20. mai 2024, um viðkomandi svimjarar taka av hesum tilboði.
Vegna SSF
Rókur